Boð eru nú komin frá Heilsumálaráðnum, at settur verður heilsuverkstjóri sum kemur at taka ræði av leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Teir sjúklingar sum hildu, at niðurleggingin av kommunulæknavaktini í Norðuroyggjum varð endin á javna álopinum á sjúklingatryggd í Norðuroyggjum noyðast tíverri út í enn störri vónloysi. Nú verður leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eisini tikin av ræði.
Settur verður nú ein heilsuverkstjóri í Heilsumálaráðnum sum skal taka sær av starvsfólkamálum, fíggjamálum, hølisviðurskiftum, rakstri og annars hava rätt til at taka stig innan øll øki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað vil siga, at hesin heilsuverkstjóri kemur at loysa úr starvi og seta starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hann kemur at taka avgerð um játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús og hava mynduleika til at flyta peningin til annað sjúkrahús, um hann heldur tad vera betri. Hann kann niðurleggja kanningar og viðgerðir, og hann skal taka sær av rakstrinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her verður onki eftir til leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at taka sær av og verður hon sostatt broytt til eina skrivstovu undir stjóranum.
Eg kenni tað sum mín rætt og plikt, at kunna borgarnar um hetta.
Vinarliga – Jákup Petersen, yvirlækni




