Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðslan á Sosialinum ongan hug at viðmerkja

John William Joensen

Hóast vit hava samskift við blaðleiðsluna á Sosialinum so vil blaðleiðslan ongar viðmerkingar gerða til sokallaða “watergate-málið” sum var høvuðssøga í blaðnum í gjár.

Í samrøðu við Høgna Hoyda – er hann rættuliga bersøgin um søguna hjá Sosialinum:

– Var uppringdur av blaðmanni á Sosialinum í dag og segði, at eg greitt kundi afturvísa slatrisøgum um meg og sjálvandi ikki vildi gera aðrar viðmerkingar til slíkt. Kortini velur Sosialurin at prenta ósannindir og útspilling av mær á henda hátt og siterar meg fyri onga viðmerking at hava, og at eg hvørki vil vátta ella avsanna hesi ósonnu tíðindi. 

Einasta viðmerkingin frá Lindenskov var at hann fær seg ikki at trúgva at Høgni Hoyda kallar Sosialin fyri Javnaðarblað.

Harleywoodpaint