Í teldubrævið til Norðlýsið ger stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen greitt at hann ikki ynskir at gera viðmerkingar í samband við bankasøluna
Í grein í Norðlýsinum í seinastu viku var spurnartekin sett við um føroysku fíggjarstovnarnir høvdu nýtt sokallaða “inside” vitan í samband við nógv umtalaðu søluna av partapeningi í bankanum.
Sambært almennum upplýsingum hava føroyingar tekna seg fyri umleið 15 milliardir krónur í partabrøvum og serfrøði sum Norðlýsið hevur tosað við sigur at hetta nokk ikki hevði verið gjørligt um føroysku peningastovnarnir ikki vistu at bankin var yvirteknaður.
Sitat úr greinini
– Sambært almennu tølunum vóru 6 milliónir partabrøv teknaði í Føroya Banka fyri kurs 189.
– Hetta gevur 1,1 milliard krónur, sum var tað, sum Fíggingargrunnurin fekk fyri at selja 60% av bankanum .
– Men tað er eisini komið fram at bankin var yvirteknaður 26 ferðir og at helvtin av hesi tekning er gjørd í Føroyum.
– Tað vil siga at í Føroyum vóru teknaðar heilar 15 milliardir krónur – pengar sum als ikki eru til í Føroyum.
– Tá ein so kannar einstøku tekningarnar nærri og sær at fleiri íleggjar tekna seg fyri stórar upphæddir so er eingin ivi um at hesi hava als ikki átt tílíkan pengin – altso hava tey og fíggingarstovnarnir vita at talan var um eina yvirtekning.
– So kann ein spyrja hvørjir partar hava vita, at Føroya Banki hevur verið yvirteknaður.
– Tað eru strangar reglur um “inside”-vitan og tað er púra greitt at tey sum hava vita um yvirtekningina, á ongan hátt hava havt loyvi til at fortelja hesa vitan víðari.
– Tekningin byrjar tann 11. juni og endar tann 19. juni. Tá tekningin byrjar veit eingin sjálvandi hvat fer at henda, men sum tíðin gongur veit Handilsbankin, sum stendur fyri søluni, at Føroya Banki er yvirteknaður.
– Tað er tí rættuliga áhugavert at fingið at vita hvussu hesir upplýsingar leka út til føroysku íleggjararnar, sum tann 19. juni hava teknað seg fyri 15 milliardir krónur í partabrøvum – pengar, sum als ikki eru til.
– Niðurstøðan er tí at greiðar ábendingar eru um, at føroysku fíggingarstovnarnir hava verið vitandi um yvirtekningina av partapeningi og at føroyskir bankar og sparikassar hava givið hesar upplýsingar víðari til viðskiftafólk sum síðan hava yvirtekna partapeningin fleiri ferðir.
Spurningurin er í høvuðsheitinum um føroyskir fíggarstovnar hava havt inside-vitan um at bankin var yvirteknaður og at hendan vitan var latinum útvaldum kundum?
Ynskja ikki at svara
Vit hava sent spurningar hesum viðvíkjandi til leiðslu bankans men í telduposti ger Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, greitt at hann ikki ynskir at gera viðmerkingar til omanfyrinevndu grein.




