Hetta er beinleiðis provokatión frá leiðsluni í kringvarpinum, tá tey sum almennur tænastustovur í sjónvarpinum siga at tey ikki fara at lurta eftir mótmælunum, segði Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi landsstýrismaður og hann fekk undirtøku frá Helenu Dam á Neystabø
– Í grundini er tað løgið at tingið viðgerð eina sending í kringvarpinum – men álíkavæl er tað púra nattúrligt tá alt samfelagið í seinastuni hevur mótmælt avgerðini hjá leiðsuni – sum púra vísir hesum mótmælum frá sær.
– Bispur, prestar, pensjónistafeløg, ellisheim, sambýlir og ein rúgva av øðrum hava alment mótmælt at morgunlesturin verður skerdur, segði Jógvan á Lakjuni m.a..
– Hetta er sera álvarsamt og vísir at avgerðirnar, sum vit hava tikið í samband við lógina um kringvarpið hava víst seg síðani at havt sera óhepnar fylgir, segði Helena Dam á Neystbø m.a..
– Tað ber ikki til at leiðslan á einum almennum public-service stovni brúkar gallup-kanningar sum grundarlag undir sínum avgerðum, segði landsstýriskvinnan í mentannarmálum m.a..




