Fáar tímar eftir at nordlysid.fo skrivaði at starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sett starvsfelaga í leiðarastarv vóru vit uppringd av leiðsluni í Kringvarpinum har gjørt var okkum greitt at einki var farið ólógliga fram. Minni enn eitt samdøgur eftir at vit í grein á nordlysid.fo høvdu víst til at løgtingsumboðsmaðurin hevði gjørt úrskurð um ógegni í líknandi málið, stevndi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, stjóran á Norðlýsinum fyri fjølmiðlakærunevndina tí hesin arbeiður sum fjølmiðlamaður samstundis sum hann er formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Fáar tímar eftir at nordlysid.fo skrivaði at starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sett starvsfelaga í leiðarastarv vóru vit uppringd av leiðsluni í Kringvarpinum har gjørt var okkum greitt at einki var farið ólógliga fram. Minni enn eitt samdøgur eftir at vit í grein á nordlysid.fo høvdu víst til at løgtingsumboðsmaðurin hevði gjørt úrskurð um ógegni í líknandi málið, stevndi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, stjóran á Norðlýsinum fyri fjølmiðlakærunevndina tí hesin arbeiður sum fjølmiðlamaður samstundis sum hann er formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Stevningin kom minni enn ein tíma eftir at kringvarpið varð noytt til at broyta yvirskrift í grein sum umrøddu notatskyldu løgmans eftir at nordlysid.fo vísti á at niðurstøðan hjá Kringvarpinum í Degi og Viku, í útvarpinum og í umrøddu grein var skeiv.
Samskiftið millum Norðlýsið og tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljan Weihe, byrjar við at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum er misnøgd við eina grein á www.nordlysid.fo:
LILJAN WEIHE: Torsdag den 21. november 2013 11.24
Norðlýsið ákærir Kringvarpið fyri at siga eina beinleiðis lygn í greinini “CIP drámaleikur í Degi og Viku.
Norðlýsið skrivar:
“Síðani kemur sjónvarpsmaðurin við eini beinleiðis lygn sum er fleiri ferðir endurtikin í Kringvarpinum: “… løgmaður hevur eisini einsamallur fundast við CIP í tveir dagar á rað….”
Løgmaður hevur í svari til Gunvør Balle, um spurningin, hvørt hann fundaðist einsamallur við CIP, greitt frá, at hann fundaðist við CIP 26. og 27. juni uttan embætisfólk. Hetta er tveir dagar á rað. Tískil kemur Norðlýsið við einari ákæru, sum ikki hevur hald í veruleikanum.
Vónandi rættar Norðlýsið hetta sum skjótast á einum sjónligum stað.
LILJAN WEIHE: Torsdag den 21. november 2013 13.53
Bíði spent eftir rættingini
NORÐLÝSIÐ: Onsdag den 27.11.2013 – 09:13
SETTU STARVSFELAGAÐA Í LEIÐARASTARV
Í gjár kunngjørdi leiðslan í Kringvarpinum at Liljan Weihe, eftir innstilling frá setanarbólki, var sett í fast starv sum leiðari fyri tíðindadeildina í Kringvarpinum. Starvið var annars áramálssett. Sum skilst var setanarbólkurin mannaður av starvsfelagum hjá umsøkjaranum
http://www.nordlysid.fo/settu+starvsfelag+i+leidarastarv.html
NORÐLÝSIÐ: Torsdag den 28.11.2013 – 09:48
STARVSETAN AV TÍÐINDALEIÐARA Í KRINGVARPINUM NEYVAN Í TRÁÐ VIÐ NIÐURSTØÐU HJÁ UMBOÐSMANNINUM
Tá starvsfólk í Kringvarpinum instillaðu Liljan Weihe sum tíðindaleiðara fram um aðrar umsøkjarar var tað neyvan í tráð við niðurstøðu um gegni hjá limum í einum almennum setanarbólki, sum Løgtingsinsumboðsmaður kom til í samband við starvsetan av aðalstjóra í nú niðurlagda uttanríkisráðnum.
LILJAN WEIHE : Torsdag den 28. november 2013 14.51
Hey John William
Hvussu bleiv við rættingini?
Kringvarp.fo: Den 28.11.2013 – 15:22
ADVOKATUR: LØGMAÐUR BREYT NOTATSKYLDINA
(samrøða við kendan advokat verður endurgivin á Kringvarp.fo eftir at baði Dagur og Vika og Tíðindasendingin í útvarpinum sitera kendan advokat fyri at siga at løgmaður breyt notatskyldina)
NORÐLÝSIÐ: Den 29.11 – 05:37
HVAT SEGÐI ADVOKATURIN VIÐ KRINGVARPIÐ?
Smb. útvarpstíðindasendingini 28.11. kl. 18 vóru tey stórtíðindi borin, at løgmaður hevur ikki hildið notatskylduna. Sama søgan er eisini at finna á heimasíðuni undir yvirskriftini ”Advokatur: Løgmaður ikki hildið notatskylduna.”
http://www.nordlysid.fo/hvat+segdi+advokaturin+vid+kringvarpid.html
(í greinini verður dokumentera at tað sum advokaturin segði ikki er í tráð við niðurstøðuna hjá Kringvarpinum.)
NORÐLÝSIÐ: 29.11.2013 – 08:41
ADVOKATUR: TAÐ MÁ STAÐFESTAST AT LØGMAÐUR HEVUR HILDIÐ NOTATSKYLDU
Jógvan E. Winther Poulsen, adv. skrivar soleiðis í brævið til Norðlýsið í morgun: ……haldi eg, at tað ber til at staðfesta, at løgmaður í svari til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 og eisini í svari til Kristin Balle frá 25. oktober 2013, í veruleikanum hevur noterað tað, sum hann hevði skyldu til í mun til hvat hendi á hesum fundum…..
http://www.nordlysid.fo/tad+ma+stadfestast+at+logmadur+hevur+hildid+notatskyldu.html
KRINGVARPIÐ BROYTIR YVIRSKRIFT frá at løgmaður hevur gjørt nakað skeivt til at umsitngin hjá løgmanni hevur ikki gjørt sína skyldu.
Norðlýsið: fredag den 29. november 2013 11.17
KRINGVARPIÐ GJØRT LØGMANNI ÓRÆTT
Eftir at Norðlýsið gjørdi vart við at tíðindi í Kringvarpinum undir yvirskriftini: ” Løgmaður ikki hildið notatskylduna” ikki svaraði til tað sum advokaturin segði boðar tíðindaleiðarin nú frá at Kringvarpið hevur avgjørt at broyta yvirskriftina á heimasíðuni til: “Umsitingin svikið løgmann”
LILJAN WEIHE: Fredag den 29. november 2013 12.13
Minni enn ein tíma eftir at Kringvarpið var noytt at broyta yvirskrivt á heimasíðu stovnsins og minni enn eitt samdøgur eftir at Norðlýsið við tilvísing til niðurstøðu hjá løgtingsins umboðsmanni sáddi grundaðan iva um tilgongdina tá starvsfólk í Kringvarpinum avgjørdu at verandi tíðindaleiðari skuldi varðveita starvið fram um fýra aðrar umsøkjarar, fær Norðlýsið eina fráboðan um at Kringvarpið ætlar at kæra Norðlýsið fyri fjølmiðlakærunevnini sum einans er mannað av umboðum fyri høvuðstaðarpressuna.
Kæran er í fleiri pørtum men álvarsamasta kæran er vend móti persóninum John William Joensen og hansara starvsetan á Norðlýsinum:
Vísandi til leiðreglurnar um óheftan tíðindaflutning:
“…..Greinskrivarin hjá Norðlýsinum er John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. Hetta í sær sjálvum er eitt brot á ásetingarnar um, at tað ikki eiga at liggja politisk motiv aftan fyri hansara greinar. Í grein 7. november 2013, “Andstøðan missur alla ávirkan og politiska støða løgmans er styrknað munandi”, skrivar John William Joensen, at um Kaj Leo Johannesen verður verandi formaður fyri Sambandsflokkin, kann hann sita sum løgmaður í 6-18 árini, og fer Sambandsflokkurin – flokkurin hjá John William Joensen sjálvum – at vera avgerandi faktorurin í føroyskum politikki í mong ár framyvir.
Tí er tað greitt, at John William Joensen er ógegnigur at viðgera viðurskifti, sum snúgva seg um hansara egna flokksformann.
Kringvarpið skilir, at Norðlýsið er ein lítil redaktión, og tað kann vera trupult við verandi manning at halda seg til idealini um óheftan tíðindaflutning. Men at lesarin als ikki verður kunnaður um, at greinskrivarin er politisk heftur og skrivar um sín egna formann, eigur at kunna sleppast undan. Tað er eisini undrunarvert, at løgmaður sjálvur ákærdi Kringvarpið fyri at bera ósannindi á Løgtingi 26. november. Tá nevndi løgmaður júst sum dømi, at Kringvarpið skal hava sagt, at løgmaður hevði fund við CIP í tveir HEILAR dagar. Løgmaður hevði sostatt hoyrt yvir seg, á júst sama hátt sum Norðlýsið, og styrkir hetta illgrunan, at Norðlýsið arbeiðir undir politiskum trýsti…..”
NORDLYSID.FO: Mandag den 2. december 2013 14.01
RÆTTING: CIP DRÁMALEIKUR Í DEGI OG VIKU
(red: Tann 20. nov. var hendan greinin løgd út á nordlysid.fo har vit ákærdu kringvarp.fo fyri at lúgva. Hetta var alt ov sterkt orða í mun til tað sum sagt var í kringvarpinum og biðja vit sjálvandi um umbering fyri hetta. Tí henda rætting og endurprenting av grein.)
http://www.nordlysid.fo/cip+dramat.html
Fingu freist til hálvan Januar:
Men hóast Norðlysið hevur gjørt rættingar í áður nevndu grein og kunngjørt tað á fremstu síðu heldur leiðslan í Kringvarpinum fast við stevning og ákærurnar móti Norðlýsinum.
Kærustovnurin hevur givið Norðlýsinum freist til hálvan januar at svara ákærunum.




