Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leiðslan í KVF hoknaði undir trýstinum

John William Joensen

Eftir áhaldandi innanhýsis stríð í KVF og áhaldandi stríð við ein bólk av starvsfólkum í KVF, hevur stjórini í KVF eftir øllum at døma staðfest, at hann heldur ikki hevði fulla uppbakking í Kringvarpstýrinum, at fremja neyðugar brotingar á stovninum.

Tað hevur verið rokaligt hjá Johnny í Grótinum, sum ovasti leiðari í KVF, síðani hann tók við sum stjóri og setti sær fyri at endurreisa álitið á stovnin, sum hevur verið fyri álvarsamum bakkastum seinastu árini.

Men tá Mentámálaráðið fyri kortum avgjørdi, at áleggja stjóranum at seta ávísan persón aftur í starv, varð greitt at leiðslan í KVF ikki hevði stuðul omanífrá, at fremja sínar ætlanir og fyri løtu síðan tók stjórin avgerð um at leggja kongin.

Málið um teldupostasamskftið millum Vágaportalin og Johnny í Grótinum varð neyvan orsøk til uppsøgnina – tí tað var í veruleikanum ikki nakað mál. Men hetta gjørdist dropin, sum fekk bikari hjá Johnny í Grótinum at flóta yvir og stinga í sekkin.

Vit hava ikki fingið fatur á fyrrverandi stjóranum ella formanninum í KVF til viðerkingar.

Eftir tí, sum Norðlýsið veit søktu oddafiskarnir í bólkinum av miðafólkum, sum hava áhaldandi árbeitt ímóti nýggja stóranum, sjálvi stjórastarvi, tá Johnny í Grótinum varð settur stjóri. Spennandi verður at vita um onkur av umsøkjarunum, sum gjørdust ov stutt til stjórastarvið seinast, nú fær møguleika at stjórna maktfullasta miðlastovninum í Føroyum.

Fyri løtu síðan kom hetta skrivið frá Kringvarpsstýrinum.

 

Kringvarpsstýrið gjørt semju við kringvarpsstjóran

Í dag hava Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørt avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú.

Inntil nýggjur stjóri er settur hevur Kringvarpsstýrið gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið.  

 

Vegna kringvarpsstýrið

Rúni Heinesen, formaður