Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikalund spílar seg út

Helgi Abrahamsen

Longri opið, fleiri vørur og meira hugni.

Longri opið, fleiri vørur og meira hugni.

“Tað serliga sum vit kunnu bjóða her, er umhvørvið. Tað er eingin annar handil frá einahandilstíðini, sum framvegis verður brúktur sum handil, og fólk kunnu geva sær góðar stundir at vitja í handlinum.” Tað sigur Fía Heinesen, sum byrjaði at starvast í Leikalund seinast í november.

Málið hjá Fíu er ikki, at fólk skulu skunda sær at keypa og so fara avstað aftur.

“Tað ber til at keypa kaffi og te her fyri 20 krónur, og so kunnu tey sita allastaðni – bæði í Klaksvíksstovuni, Miðstovuni og framvið vindeygunum í Leikalund,” sigur Fía Heinesen. Hon hevur eisini roynt at skipað fyri ein “bindicafé” í handlinum.

“Tað riggaði ordiliga væl. Tað sótu eini 12 fólk her og hugnaðu sær, og eg vóni at tað verða fleiri næstu ferð,” sigur hon.

Føroysk sniðgeving

Fía hevur lagt seg eftir at selja føroyskt sniðgivnar vørur.

“Vit selja framvegis bøkur og fløgur, sum vit altíð hava gjørt, men vit royna eisini at víðka úrvalið,” sigur hon.

Sølan umfatar glaslist, leirlist, prentaðar myndir og aðrir prýðislutir. Fía ásannar tó, at prísurin er ein annar, tá talan eru um vørur, sum ikki eru hópframleiddar.

“Vit skulu ikki vera eitt heimavirki ella líknandi, men vilja heldur umboða tey, sum ætla sær at liva av fakinum,” sigur hon.

Fekk fríar teymar

Seinast í november kom Fía Heinesen út í Leikalund til eina samtalu og hon helt, at hon kanska kundi sleppa at arbeiða nakrar fáar tímar um vikuan.

“Men eg bleiv spurd, um eg kundi byrja dagin eftir og hava opið so nógv sum eg vildi,” sigur Fía. Hon setti sær beinan vegin fyri at hava opið so nógv sum møguligt.

“Vanligar dagar er opið frá klokkan 12 til 18 men í desember er opið frá klokkan 10 til 20 og fríggjadagin til klokkan 22,” sigur hon.

Ferðafólki dámar væl at koma inná gólvið í Leikalund, men nýggja málið er eisini at síggja klaksvíkingar her, sigur Fía Heinesen.

Harleywoodpaint