Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leikarafundur hjá Team Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Team Klaksvík hevur leikarafund hóskvøldið 17. apríl kl. 20:00 í hølum felagsins í Badmintonhøllini.

Á fundinum fer høvuðsvenjarin, Jarvin F. Hansen, at greiða frá sínum ætlanum og málum fyri komandi kappingarár.

Nevndin heitir á allar leikarar í vaksnamanndeildunum, um at møta til fundin.

Somuleiðis kunna nýggir leikarar, ið hava hug at leika hondbólt komandi kappingarár, nýta hetta høvið til at fáa meira at vita um felagið.

Annars frættist úr Team Klaksvík leguni, at enn eru nøkur heilt fá atgongumerki eftir til tann stóra Bon Jovi túrin, sum felagið skipar fyri um hálvan juni.
Les meira um hetta á www.team-klaksvik.com

Harleyfacadeacryl