Hyggja vit eftir hópinum hjá Kosovo til dystin móti Føroyum mánakvøldið, so kann staðfestast, at talan er um hóp við góðum leikarum.
Bara ein leikari er úr heimligu kappingini. Annars spæla fleiri við stórfeløgum. M.a. Milot Rashica, sum spælir við Werder Bremen í týsku Bundeliguni, har hann hevur verið millum teur bestu okkurt av fyrstu umførunum hetta kappingarárið. Onnur feløg sum eru umboðað í hópinum eru Dinamo Zagreb, Swansea, Heerenveen, Brøndby og Genk. Sí hópin niðanfyri, sum er tikin frá Wikipedia.




