Fíggjarætlanin hjá Leirvíkar Kommunu javnvigar við 33,4 mió. kr.
Fíggjarætlan 2007
Fíggjarætlanin hjá Leirvíkar Kommunu javnvigar við 33,4 mió. kr. Skattaprosentið er óbroytt 21% og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 4.000 kr. fyri hvørt barnið.
12 mió. kr. eru játtaðar til íløgur. Stórur tørvur er á grundstykkjum í bygdini og bygdarráðið leggur stóran dent á at fáa gongd á sethúsabyggingina aftur og tí eru 4 mió. kr. avsettar til útstykkingar bæði til sethús og til vinnuvirksemi. Í løtuni er kommunan í ferð við at útstykkja 12 grundstykkir og ætlanin er at halda støðugt fram við útstykkingum.
Bátahylurin til smábátar hevur leingi verið ov lítil og tí er ætlanin at byggja nýggjan bátahyl. 6 mió. kr. eru avsettar til projektering og bygging av nýggjum bátahyli í 2007.
Leirvíkar Kommuna er í vøkstri og bygdarráðið væntar framhaldandi vøkstur í kommununi. Samstundis sum nýggjar útstykkingar verða gjørdar, økist eisini tørvurin á barnaansing. Tí er samtykt at játta 1 mió. kr. á fíggjarætlanini fyri 2007 til projektering og planering av nýggjum barnagarði, sum eftir ætlan verður bygdur í 2008.
Peningur er eisini játtaður til vatnveiting, gøtuljós, skúlan, ítróttar- og eldraøkið. Somuleiðis er peningur játtaður til liðugtgerð av nýggjari byggisamtykt og byggiætlan fyri kommununa. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Gøtu kommunu og skal verða við til at stinga út í kortið, hvussu vit skipa okkara kommunur ídag og nýggju Eysturkommunu í framtíðini.
Hóast øktar íløgur,verður ikki neyðugt at upptaka nýggj lán, samstundis sum skuldin verður goldin niður sum avtalað.
Fíggjarætlanin fyri 2007 vísir greitt, at Leirvíkar Kommuna er ein kommuna í menning og at kommunan ætlar at verða við í teimum framstigum og avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.




