Hóast KÍ vísti veikleikar seinast í Runavík, so væntar Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í KVF, at KÍ fer at reisa seg móti Víkingi.
Hann vísir á, at KÍ fyrr í ár hevur reist seg eftir tap og at liðið hevur gott tak á Víkingi. Men hann staðfestir samstundis at dysturin er so opin, at hvørki javnleikur ella ein Víkinga sigur kemur sum nakað óvæntað. Alt fótbóltskjakið hjá KVF kann síggjast HER




