Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lemmatrolarar í tungum sjógvi

John William Joensen

Lemmatrolararnir hava í fimm ár á rað í miðal havt undirskot. Veiðan pr. skip lá nakað hægri í 2013 enn fleiri undanfarin ár, men miðalprísurin liggur munandi lægri enn árini frammanundan, soleiðis at søla pr skip eisini liggur munandi lægri enn undanfarnu árini, og miðal undirskotið er hækkandi. Tað er tó ein størri spjaðing í úrslitunum í 2013 enn í 2012, og nakrir av trolarunum klára seg hampuliga væl.

Viðheft er ein greining av lemmatrolarunum fyri tíðarskeiðið frá 2009 til 2013. Eisini er ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2013. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt.

Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2013. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2009 og 2013 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nakrir lemmatrolarar, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.

Frá 1996 til 2013 er veðskuld + bankaskuld pr skip meir enn tvífaldað, meðan EBITDA er minkað niður í einki. Hetta er ein støða, sum ikki er haldbar í longdini.

Trolararnir hava síðani 2010 verið undir fiskidagaskipanini á innaru og ytru leiðunum og sleppa harumframt at fiska uppá felags makrelkvotu og nú í ár við Flemish Cap.

Væntandi fer 2014 at roynast eitt sindur frægari enn undanfarna ár fyri bólkin lemmatrolarar. Fær hesin parturin av flotanum betri og tryggari karmar, kundi miðal úrslitið gjørst betur.

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymsu skipabólkunum, sigur, at tó at tað eru skip í hesum bólki, sum klára seg rímiliga væl, so er støðan hjá lemmatrolarum sum heild stak vánalig. Umráðandi er, at hesin parturin av flotanum fær betri karmar í eini møguligari komandi nýggjari fiskivinnuskipan.

Sí viðheftu greining.

Harleyfacadeacryl