Fríggjadagin 11. mars verður høvi at ogna sær nýggju fløguna Eagle In The Sky, tá Lena Anderssen bjóðar øllum, ið hava hug, at leggja leiðina framvið á Reinsarínum, har hon fer at hava eina móttøku millum klokkan 15-17. Kaffi og annað leskiligt verður bjóðað, samstundis sum møguleiki verður at keypa eintak av Eagle In The Sky.
Útgávan, sum er tann fimta í røðini hjá føroysku songkvinnuni, var tøk á talgiltu miðlunum 24. februar, men hevur ikki fingist sum fløga her heima fyrr enn nú.
Heitislagið Eagle In The Sky var fyrst at hoyra í føroyskum útvarpi í fjørheyst og lagið hevur verið nógv spælt síðani. Lagið hevur eisini verið spælt nærum dagliga í Danmark á stóru rásini P4 seinasta mánaðin. Farna fríggjadag varð Lena boðin sum gestur á væl dámdu live útvarpssendingini Madsen á P4 hjá Danmarks Radio, sum síðani hevur spælt fleiri løg av nýggju útgávuni.




