Forsølan til konsertina við Lena Maria Klingvall er nú byrjað.
2. mai kl. 19:30 verður Norðurlandahúsið karmur um eina serstaka og áhugaverda konsert við kendu svensku songkvinnuni Lena Maria Klingvall. Á konsertini, sum ber heiti Markleysa lívið, verða eisini 17 sangarar og kvinnukórið Suð við.
Við vøkru rødd síni ber Lena Maria ein lívsjáttandi boðskap um vón, hóast lívið kann verða merkt av tyngjandi mørkum og vónloysi. Sjálv varð hon fødd við stórum breki og hevur tó styrki at siga: Heldur vil eg gleðast um tað, sum eg kann, enn syrgja um tað, sum eg ikki kann. Lívsáskoðan hennara er heldur at síggja møguleikar enn forðingar, og hetta myndar týðiliga listakvinnuna.
Á konsertini fer hon eisini at siga stutt frá upplivingaríka lívi sínum sum sangari, rithøvundur, málningalistafólk og sum altjóða ítróttarfólk.
Skráin verður spennandi og sera fjølbroytt, bæði í úrvali og stíli – heilt frá føroyskum sálmum til amerikanskan jazz. M.a. Summertime hjá Gershwin, Bønin hjá Fransi av Assisi hjá Niels la Cour, sangurin Føroyar hjá Kaifinn Hammer, Nú nemur náttin við smærur hjá Christiani Martas, Bert ein dag hjá Linu Sandell, Thank you for the Music hjá ABBA og O store Gud hjá Boberg.
Atgongumerkir á kr. 150 eru at fáa í Norðurlandahúsinum og á kunnungarstovunum. www.nlh.fo
Meir um Lana Maria Klingvall á www.lenamaria.com
Stuðlað konsertini hava: Mentanargrunnur Føroya, Hvalnes, Fonn-flog, BP, Faroe Ship, PM-Heilsøla, Vodafone, Flora, EIK, Statoil, Vónin, KBI, Malltek, LEAF og Klaksvíkar Kommuna.




