Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lena og Niclas í Spaniastovu

Ragnhild Ellingsgaard

Leygarkvøldið 2. mei verður konsert við Lenu og Niclas í Spaniastovu. Hetta verður samstundis ein forsmakkur til konsertferð í Danmark, sum byrjar vikuna eftir konsertina.

Lena Andersen leggur í løtuna hond á sína fimtu fløgu og hetta kemur eisini at hoyrast aftur á konsertini. Lena sigur sjálv, at konsertin verður ein forsmakkur til konsertferðina í Danmark, sum byrjar vikuna aftaná konsertina í Spaniastovu. 

Niclas Johannesen verður eisini við á guitar og fara tey bæði at spæla tilfar frá farnum útgávum, umframt at fleiri nýggj løg eisini verða at hoyra. 

Konsertin verður klokkan 22 leygarkvøldið tann 2. mei. Atgongumerki kunnu keypast og avheintast í Leikalund hvønn dag millum klokkan 11 og 16, ella bíleggjast á vangamyndini hjá Spaniastovu á facebook. Til ber eisini til at ringja á telefon 45 71 51.