Leygarkvøldið 13. desember fer Lena Anderssen at hava hugnaliga konsert í Atlantis
Lena Anderssen hevur síðani hon spældi fyri fullsettum Atlantis í november í fjør verið sera virkin við sínum tónleiki. Árskiftið 2007/08 byrjaði og endaði við, at fløgan "Let Your Scars Dance" varð vald "Ársins Fløga" – fyrst á Planet Awards og seinni góvu lesararnir hjá Dimmalætting fløguni sama heiður. Í ár hevur Lena spælt fitt av konsertum í Føroyum. Hon hevur luttikið á G! Mini, Futt í Býin og eisini á Summarfestivalinum. Í útheiminum hevur verið boð eftir føroysku songkvinnuni, ið eitt nú luttók á danska Spot festivalinum í Århus og Nordic Music Week í Stavanger, har hon skrivaði og framførdi løg saman við øðrum sangskrivarum úr Norðurlondum og Evropa. Afturat konsertum í summar í Danmark, Belgia og Írlandi fekk Lena tann stóra heiður at syngja fyri Haakuni krúnprinsi úr Noregi, tá hon sum einasta útlendska navn varð boðin við til setanarkonsertina av stóra ONS oljutiltakinum í Noregi í august.
Í oktober kom fløgan Let Your Scars Dance út í Danmark og konsertferð verður á skránni har í 2009. Lena fer millum annað at hava live konsert á donsku sjónvarpsrásini DK4 í februar. Eisini verður í løtuni arbeitt við at fáa tónleikin fram í USA, har føroyska songkvinnan hevur gjørt avtalu um samstarv og útgávu komandi ár í Norðuramerika.
Til konsertina í Atlantis verður talan um eina inniliga konsert, har Lena fer – saman við Niclasi Johannesen – at framføra egin løg. Nú jólini nærkast í hvørjum fer tað helst eisini at seta sín dám á konsertina.
Konsertin verður leygarkvøldið 13 des. Kl. 20:00. Atgongumerki á kr.100,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík. Og við dyrnar ½ tíma áðrenn konsertina.
Leita fram síðuna http://atlantis.fo




