– Eftir at hava verið á fundi í gjár havi eg játtað at skrivað undir sáttmála við KÍ
Mikudagn kundu vit bera tíðindi um at Leon Bjartalíð var á veg til ÍF.
Leon váttaði fyri Norðlýsinum at hann var sera misnøgdur við als ikki at koma upp á tal til fremsta KÍ-liði.
– Eg veit væl at eg ikki kann krevja eitt pláss á liðnum, men harfrá og so føla tað at ein als ikki verður roknaður sum ein partur av hópinum er ikki nøktandi fyri meg sum fótbóltsleikara.
– Tí tók eg tað avgerð at fara til annað felag, men eftir at hava tosað við KÍ eru vit so komnir ásamt um at halda fram við samstarvinum.
Leon hevur í løtuni ongan sáttmála við KÍ og sambart Leon verður hetta nú fingið í rættlag.




