Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesandi uttanlands verða kravd eftir kringvarpsgjaldi í Føroyum

Helgi Abrahamsen

”Mangt bendir á, at lesandi, sum lesa uttanfyri Føroyar og Danmark, men hava adressu í Føroyum, verða kravd eftir Kringvarpsgjaldi.” Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður.

”Mangt bendir á, at lesandi, sum lesa uttanfyri Føroyar og Danmark, men hava adressu í Føroyum, verða kravd eftir Kringvarpsgjaldi.” Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, í einum fyrispurningi til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. Hann vil tí hava at vita, um tað veruliga er so, at lesandi uttanlands mugu rinda kringvarpsgjald, hvussu nógvar pengar, talan er um, og hvør orsøkin er til hetta gjaldið. Eisini vil hann hava at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at broyta innkrevjingarháttin, so nevndi bólkur fer at sleppa undan kringvarpsgjaldinum. At enda spyr Bjørn Kalsø, hvussu nógv Kringvarpið hevur fingið í inntøku við nýggja innkrevjingarháttinum í mun til tann gamla.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, at tað fyrsta, sum sitandi samgonga gjørdi, tá hon tók við, var at broyta kringvarpslógina og innkrevjingarháttin, og hetta varð flættað saman við fólkapensjónini.

”Men hetta hevur í fleiri førum ført til løgnar og óhepnar støður,” sigur hann.

”Millum annað hava útróðrarmenn, sum ongan møguleika hava at hyggja í sjónvarp umborð, fingið stórar rokningar,” sigur Bjørn Kalsø.

Fyrispurningurin er settur eftir § 52a í tingskipanini. Tað merkir, at spurningurin verður svaraður skrivliga.

Harleywoodpaint