Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Byggiloyvi við afturvirkandi kraft!

(Hannefía Joensen)

Ja, hettar er tað, ið Tórshavnar Havn biður Yvirfriðingarnevndina um, nú teir hava bygt eina ferjulegu 25 metrar longur eystri enn teir hava loyvi til.

Onkur vil óivað siga: “ At teir koma sær”.

Vit, sum hava fylgt við hesum byggimáli, duga væl at skilja at Tórshavnar Havn nú følir seg so maktfulkomna, at teir kunnu gera sum teir vilja og rokna við at fáa tað góðkent aftaná.

Byggimálið vísir nevniliga, at landsumsitingin hevur givið teimun góðkenningar við afturvirkandi kraft, og harafturat sloppið teimum undan lógarkravdum umhvørviskrøvum.

Nú er so endiliga ein myndugleiki – Friðingarnevndin fyri Streymoynna ,ið sigur nokk er nokk – haldið tykkum til tað loyvið tit hava fingið og takið tað sum er ólógliga bygt burtur aftur.

Hettar eru tey boð, íð kommunan gevur øllum borgarum, íð eru farnir út um byggiloyvir, tey hava fingið.

Ein grundregla í demokratinum er at myndugleikar – tað veri seg land ella kommunur – eiga ikki at seta hægri krøv til sínar borgarar enn til sín sjálvs.

Virðingarmest
Àhugafelagið Bygdabjarging
v/ Høgna Johansen / Thomas Arabo