Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Hví ikki fremmandar læknar

Hannefía Joensen

Læknatrot hevur í mong ár verið ein trupulleiki í Føroyum bæði kommunulæknar og sjúkrahúslæknar. Vit eru tó ikki einasta land við hesum trupulleika, tí flestu lond rundan um okkum eru í somu støðu.

Danmark hevur sum er stórt trot á læknum, men er nú við at finna eina loysn á trupulleikanum. Region Midtjylland søkti herfyri eftir læknum í útlondum. Úrslitið gjørdist m.a. at 700 indiskir læknar søgdu seg vera sinnaðar at koma til Danmarkar at arbeiða.

Í fyrstu syftu sorteraðu indiskir yvirlæknar umsóknirnar og funnu 350 møguligar kandidatar.

Leiðararnir fyri verkætlanini hava nú verið í India og hava valt 30 sera vælkvalifiseraðar læknar til størv í Miðjyllandi. Trot er á 545 læknum í mið- og suðurdanmørkini.
Eydnast henda verkætlanin væl, er ætlanin at økja talið av indiskum læknum í Danmark.

Kanska áttu vit føroyingar at gjørt líknandi royndir.