Á internetinum er lætt at keypa sær eitt gott prógv. Hetta hava danir ásannað, nú Sundhedsstyrelsen hevur avdúkað tveir læknar, sum kortini ikki eru læknar.
Teir hava arbeitt sum læknar í Skaane sum læknar við prógvum, sum danska Sundhedsstyrelsen hevur góðkent. Prógvini vóru kortini følsk og keypt á internetinum. Tú kansk keypa tær prógv uppá, at tú ert bæði lækni og professari o.m.a. uttan kortini at vera tað. Hetta er vorðið ein trupulleiki í nógvum londum.
Sundhedsstyrelsen sigur í viðmerking, at tey átaka sær ikki ábyrgd í málinum, men at tað í hvørjum einstøkum føri altíð er yvirlæknin á deildini, sum hevur ábyrgdina av, at lækni, sum verður settur í starv, veruliga hevur útbúgving og dugir tað, hann skal duga.




