Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LESARI: Okkurt ruskandi galið

John William Joensen

Lesari skrivar soleiðis til Norðlýsið: Tað frøddi meg almikið, at Norðlýsið tekur júst hetta málið viðvíkjandi broytan av ferðaseðlum við Atlantic skal kosta so nógv.

Lesari skrivar soleiðis til Norðlýsið: Tað frøddi meg almikið, at Norðlýsið tekur júst hetta málið viðvíkjandi broytan av ferðaseðlum við Atlantic skal kosta so nógv.

Havi sjálv verið úti fyri tí sama. Bilegði 2 ferðaseðlar 6 vikur, áðrenn fráferðina. Fekk at vita, at ferðaseðlarnir skuldu gjaldast áðrenn kl . 12 dagin eftir. Tað var í lagi, ferðaseðlarnir vórðu goldnir.

Men tað sum hendir er , at 12 tímar eftir, at ferðaseðlarnir eru goldnir, má eg av ávísum orsøkum broyta fráferðina frá seinna flogfar til fyrra flogfar sama dag. Gamaní……., men so skalt tú gjalda 1300,00 kr eyka.

Eg royni at muta í móti, men hatta eru reglurnar, vit hava at ganga eftir, sigur daman, eg tosaði við.

Og hvat kann eg so gera ?? Einki ! tiga og góðtaka tað, tí annars sleppur tú ikki vi Atlantic.

Her má vera okkurt ruskandi galið. Í mínari verð er tað bara eitt lítið klikk á telduni, so er hatta ordnað.

Nú hopi eg at tit finna út av, hví kostar tað so nógv at broyta .

Atlantic hevur monopol, so teir kunnu gera akkurát, sum teimum lystir og vit sum eru kundar, skulu vit bara góðtaka tað?

Tað er tann sóri spurningurin……………………….

vh.

ein kona úr Klaksvík