Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarin skrivar: So var aftur verkfall!

John William Joensen

Nú er tað í Føroyum vorðið til vana ella óvana, at verkfall er. Tað er ótrúligt, at tað skal bera til at lýsa eitt verkfall so skjótt. Partarnir máttu samráðst í minsta lagi 2-3 vikur eftir 1. mai.

Øll kunnu vit vera samd í at tað fæst ov lítil úrtøka á niðastu linju, tað er jú tann linjan, sum er avgerandi.
Politikkararnir løgdu fyri nøkrum árum síðani støðið, við at hækka sína egnu løn og eftirfylgjandi skuldu øll hava nógv meira løn. Úrslitið er tað sama, fyri løntakaran, tí eftir lønarhækkan, hækka allir prísir og tænastur, so eg vænti at løntakarin hevur minni eftir á niðastu linju/netto, og kappingarføri hjá tí føroysku vinnuni skerjist.
Fiskivinnan liggur mest sum øll still, og missir í millióna upphæddum fyri hvønn dag sum fer, og arbeiðarin missir eisini pening tá einki arbeiði er. So tað mugu allir partar seta seg saman eftir hetta verkfallið, arbeiðsgevarar, politikkarar og verkafeløgini, har tey mugu leggja eina linju fyri tann føroyska búskapin, so at øll fáa sum mest burturúr hvørjari vunnari krónu.
Tí hetta førir bara ein veg og tað er beint tann øvugta vegin. Og tað mest syndarliga haldi eg vera, er at tann, sum fer at svíða mest eftir verkfallið, eru tey eldru, pensjónistarnir, sum hava bygt hetta landið upp, tí tey fáa ikki hægri pensjón, sjálvt um allar vørur og tænastur fara upp, so nú er tíðin komin, at aðrir bollar mugu koyrast á suppuna.
 

Atli S. Justinussen
Árnafjørður

Harleyfacadeacryl