Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leskiligir havhestaungar á Stongunum

Oliver Joensen

 Eftirspurningurin eftir havhestaungum er stórur. Á Stongunum siga teir, at ilt er at nøkt eftirspurningin, fólk vilja bæði hava skoldaðar og íliðnar havhestaungar.

Í gjár tóku teir ímóti 1200 ungum og aftur í dag er bátur úti og tekur. Teir hava gjørt seg væl út við roytimaskinu og gassgrýtum, so tað gongur skjótt við skoldingini. Men hetta er tungt og strævið arbeiði og vit, sum bara kunnu ganga norður á Stengurnar og keypa okkum tveir, tríggjar ella fleiri fegnast um, at tað framvegis eru menn, sum tíma at fáast við hetta, sum flestu munnu halda vera ótespiliga arbeiðið.

Men aftaná stríðið fæst ein leskiligur døgurði ella náttverði, fyri ikki at tala um, um góður drýlur er afturvið.

Tað gongur skjótt at selja, so tað er at skunda sær um onkur ætlar sær eitt kók, skulu vit heilsa og siga.