Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lestrarhølir í jólafrítíðini í Runavík

Danial Viðoy

Lesandi, sum hava tørv á arbeiðsumstøðum í jólafrítiðini, fáa nú atgongd til hølir í Runavík.

Lesandi, sum hava tørv á arbeiðsumstøðum í jólafrítiðini, fáa nú atgongd til hølir í Runavík, skrivar Bókasavnið við Løkin í tíðindaskrivi.

Tað er Bókasavnið við Løkin, sum vegna Runavíkar kommunu umsitur hølini og bjóðar tilboðið fram. Hetta verður í kjallaranum á gomlu politistøðini í Runavík, har bókasavnið í løtuni skipar fyri fjarlestri.

Hetta er serliga eitt tilboð til teirra, ið eru heima í Føroyum í jólafrítíðini, og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Men eisini fyri lesandi í Føroyum, sum td. á Fróðskaparsetri Føroya, kann hetta vera eitt hent stað, har tey kunnu savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Hølini hava bæði smærri og størri rúm, wc og køk, umframt tráðleyst internetsamband. Tænastan er ókeypis at brúka.

Eitt aðalmál hjá Bókasavninum við Løkin er at skapa umstøður til lesandi og vera teirra sparringspartnari. Tí fegnast bókasavnið um møguleikan at bjóðað hesa nýggju tænastuna, sum tørvur og eftirspurningur hevur verið á í nøkur ár.

Atgongd fæst til hølini eftir avtalu við at venda sær til bókasavnið á telefon 288900 ella á teldupost svend@runavik.fo.

Les meira um bókasavnið á www.lokin.fo