Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Levi Joensen gevur út endurminningar: Lív mítt á sjógvi og landi

John William Joensen

Kl. 19:00 týsdagin 7. oktober í Skúlanum við Ósánna, fer fyrrverandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningar – heilar 400 síður við nógvum áhugaverdum og livandi frásøgnum og myndum.

Kl. 19:00 týsdagin 7. oktober í Skúlanum við Ósánna, fer fyrrverandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningar – heilar 400 síður við nógvum áhugaverdum og livandi frásøgnum og myndum.

“Eg fór í NEMA og keypti eitt tól til at taka upp við, men í mínari verð riggaði tað ikki. Spolaði fram og spolaði aftur og annað – nei, tað gekk ikki. So lá leiðin í bókahandilin har eg keypti tvey tey fyrstu skriviheftini, 90 síður hvørt, gott og tjúkt pappír, og tveir góðar Parker-kúlupennar. So at skriva við mínum veika skriftmáli – skeivt og ófullfíggjað…..” skrivar Levi Joensen sum fyrrapartin kom inn á redaktiónina við bókini sum telur 400 blaðsíður og sum Leirkeri hevur endaliga rættlisið, skipað bókina, gjørt navnaskrá og greitt hana til prentingar.

Kl. 19:00 týsdagin 7. oktober í Skúlanum við Ósánna, fer fyrrverandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningarnar og til høvi fer bólkurin VITIN at syngja.

Levi er góður frásøgumaður sum henda jólaheilsan ber boð um, sum var filma á Vágsheygnum beint undan jólum