Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Lewis’s Fish & Grill vunnið heiður í Onglandi

Jóhann Lützen

Kokkarnir Gavin og Craig Lewis vunnu um dagarnar prísin sum besta nýggja Fish & Chips shop í Onglandi. Toskafløkini koma frá Gadus

Hósdagin 23. januar var Royal Lancaster Hotel í London karmur um National Fish & Chip Award í Onglandi. Talent og dygdargóðska eru í hásæti, har hugt verður eftir Fish & Chips ídnaðinum kring alt Ongland. Yvir 11.000 shoppir kappast um at gerast best innan hópin av kategorium. 

Fryntligu beiggjarnar Gavin og Craig Lewis, sum seinastu árini hava serverað í túsundavís av Fish & Chips portiónum til vitjandi á Sjómannadøgunum, luttóku eisini. Teir eru júst farnir undir at reka Lewis’s Fish & Grill í Maidstone, Kent. Teir vunnu prísin sum besta nýggja Fish & Chips shop. 

Jógvan Hansen, sum sjálvur var staddur í London til handanina, sigur við Norðlýsið, at teir umframt Lewis beiggjarnar  eisini hava fingið Charlie Collinson, sum vann Young Fishfrier of the year at koma til sjómannadagin 2020. 

– Kokkarnir sum koma til Føroyar eru Gadus kundar og nú vinna teir og eru millum teir bestu í Onglandi, so tað er stuttligt. Vit gleða okkum at fáa teir tríggjar til Klaksvíkar at steikja okkara fisk á sjómannadagnum seinni í ár, sigur Jógvan Hansen sølustjóri hjá JFK. 

 

 

Les meira um Lewis’s Fish & Grill her. 

Les meira um National Fish & Chip Awards her