Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leygardagin 16. mars fyllir Sambýlið á Heygnum 10 ár

John William Joensen

Leygardagin 16. mars 2013 verða tað 10 ár síðan, at Sambýlið á Heygnum lat upp á fyrsta sinni, og í tí sambandi hevur sambýlið opið hús kl. 15-18.

Leygardagin 16. mars 2013 verða tað 10 ár síðan, at Sambýlið á Heygnum lat upp á fyrsta sinni, og í tí sambandi hevur sambýlið opið hús kl. 15-18.

Sambýlið á Heygnum, sum Klaksvíkar Kommuna og Húsalánsgrunnurin tóku stig til at byggja, er partur av verkætlanini hjá Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, sum umframt sambýlið við 16 plássum eisini fevnir um 24 eldraíbúðir.

Ein drúgv søga

Nakað eftir upplatingina av sambýlinum varð søgan um hesa verkætlan givin út í bók, sum Freydis Poulsen, sála, skrivaði eftir áheitan frá eldrabólkinum. Í nevnda bóklingi verður greitt frá tí drúgvu søgu, sum liggur aftan fyri byggingina av sambýlinum og eldraíbúðunum.

Søgan røkkur langt aftur, tí í bókini greiðir Freydis frá, at hon byrjar longu í 1945, tá ið fyrsta brævið verður skrivað um tørvin á einum ellisheimi í Norðoyggjum. Stutt eftir hetta byrjaði eitt miðvíst peningainnsavningararbeiði, sum fleiri framskygdar kvinnur stóðu á odda fyri, harímillum nevnast kunnu Fanny Petersen og Marin Malena Olsen. Eitt nú varð ein sera stórur og væleydnaður basarur fyriskipaður í 1949.

Jóannes á Heygnum

lat lendi sera lagaliga

Í 1950 lat Jóhannes á Heygnum, sum Sambýlið á Heygnum er uppkallað eftir, sóknarstýrinum í Klaksvík lendið, har bygningarnir í dag standa, fyri ein sera fyrimunarligan keypsprís

Hóast tað skuldu ganga fleiri áratíggju, áðrenn nøkur ítøkilig bygging spurdist burturúr, so er eingin ivi um, at nevnda lendi og uppsparing vóru ein týðandi partur av grundarlagnum undir tí bygging av eldraíbúðum og sambýli undir Kráarbrekku, sum fór fram frá 2000 til 2003, tá ið Sambýlið á Heygnum fyri fyrstu ferð lat dyrnar upp 16. mars 2003.

Leygardagin 16. mars 2013 verða tað sostatt 10 ár síðan upplatingina, og í tí sambandi verður opið hús í Sambýlinum á Heygnum frá kl. 15 til 18.