Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leygardagin byrjar Trygd kappingin aftur

Kurvabóltur í Føroyum

Leygardagin kl. 13.00 byrjar FM í kurvabólti, Trygd kappingin aftur. Kappingin í ár er nakað broytt frá teimum undanfarnu. Í ár eru tað 5 lið, ið eru við í kappingini um at vinna Trygd kappingina.

Leygardagin kl. 13.00 byrjar FM í kurvabólti, Trygd kappingin aftur. Kappingin í ár er nakað broytt frá teimum undanfarnu. Í ár eru tað 5 lið, ið eru við í kappingini um at vinna Trygd kappingina. Umframt tey trý liðini, ið undan farin ár hava kappast, Hamar, Ravnur og Sporðdrekin er nýggja felagið í Klaksvík Hávur eisini við. Gongdin og áhugin fyri kurvabólti hevur verið sera góð síðsti tíðina, somikið góð, at Hamar hevur meldað tvey lið til Trygd kappingina í ár.Fyrsti dysturin hetta kappingarárið verður leiktur í nýggju høllini úti á Argjahamri, har Hamar tekur móti Sporðdrekanum. Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.Inngongdin til høllina er aftanfyri skúlan.