Í samband við at Baðilandið – Klaksvíkar Svimjuhøll, letur upp eftir umfatandi út og umbyggingar skipar Klaksvíkar Handilsfelag fyri longum leygardegi og ókeypis verður at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin

Tað er altíð ókeypis at koyra til norðoyggjar gjøgnum Norðoyatunnilin, tí gjaldstøðirnar krevja bert gjald tá koyrt verður úr Norðoyggjum inn í Eysturoy, men leygardagin 12. juli hava handlarnir hjá Klaksvíkar Handilsfelag í samstarvið við Klaksvíkar Kommunu funnið uppá nakað heilt nýtt.
Frá kl. 18:00 til kl. 21:00 verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin í samband við at Baðilandið & Klaksvíkar Svimjihøll er opið aftur.
T.v.s. at til ber hjá øllum føroyingum at koyra ókeypis til Klaksvíkar allan leygardagin – og ókeypis úr Klaksvík millum kl. 18 –kl. 21 leygarkvøldið.
Í hesum sambandi hava handlarnar í Klaksvík langan leygardag – opið til kl. 20.
–––
Norðlýsið ger eisini eitt serligt blað ið kemur ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum mikudagin 9. Juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.
Tilfar kann sendast til lysing@nordlysid.fo