Verði vælkomin í Tøting hetta várkvøld, tá hamrar og røkur kring Gøtuvík fara at skelva, ímeðan tungmálmsbólkarnir Reduced to Ash og Iron Lungs fara at vísa, hvat teir duga best.
Reduced To Ash:
Bólkurin er mannaður við 4 ungum tónleikarum úr Havn, ið brenna fyri tónleiki og serliga málmtónleiki.
Tónleikur teirra er melodiøsur, progressivur deyðsmálmur, fullur av orku og feitum riffum.
Tíðliga í ár, kom bólkurin út við teirra fyrstu fløgu, 11 løg eru á fløguni ið kallast Conceit.
Her eru brot úr nøkrum konsertummælum, ið útlendskir miðlar hava skriva:
“Reduced to Ash managed to wow the audience every song itself. Melodeathin brutal absolutism and the special quality of thrills.”
” Reduced To Ash er et af Færøernes absolut største metalhåb netop nu. Med udgivelsen af den fremragende debut “Conceit” på Færøernes eget pladeselskab Tutl, ser fremtiden bestemt lys ud.”
“They delivered a consistently amazing set. Their brutal melodeath with a definite distinctiveness, made most of the audience take a step back and really be impressed with the young guys.”
“There was a great atmosphere from the get go. No bullshit, maximum pedal to the metal, no big talk, all performance. A band to watch out for definitely!”
https://www.facebook.com/reducedtoashband/?fref=ts
Iron Lungs:
Bólkurin ið telur 5 tónleikarar úr Eysturoynni, var stovnaður fyri 3 árum síðani. Áður hava teir spælt konsertir saman við Reduced To Ash, og nú stendur Tøting fyri skotum. Hesin progressivi tungmálmsbólkurin spruttar av orku.
Sjálvur hevur bólkurin trupult við at seta navn á tónleikastílin teir spæla, og lata bara lurtaran sjálvan avgera, hvat tey vilja kallað tað, sum nokk eisini er skilagott, tí tónleikasjangrur eru ikki lættar at lýsa. Limirnir í Iron Lungs ynskja bert at spæla Groove grundaðan málmtónleik, so hví ikki tað.
Iron Lungs eru mannaðir av hesum tónleikarum:
Fríði Djurhuus – Sang
Benjamin Joensen – Gittar
Martin Neslíð – Gittar
Heini Djurhuus – Bass og kór
Jógvan Johannessen – Trummur
https://www.facebook.com/ironlungsband/?fref=ts
Ókeypis atgongd fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót. Um tú ikki ert limur, er kostnaðurin 150 kr. og tú hevur eisini møguleikan at tekna teg sum lim í Grót.




