Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leynavatn og Saksunarvatn stongd fyri laksafisking

Oliver Joensen

 So er um at vera evstamark. – Ætlar ein sær at fiska laks við Saksunarvatn ella Leynarvatn í ár, so er at seta sær hesar dagarnar av, tí leygardagin er seinasta útkall, aftaná tað, ella aftaná 18. í hesum verður ikki loyvt at fiska á hesum vøtnunum meira í ár.

Ein, íð fylgir sera væl við, hvussu gongst við laksafiskarínum er Andrias Jacobsen í Leynum. Vit ringdu til hansara og fregnaðust hvussu hann metti at fiskaríið hevði hildnast í ár. Dia sigur, at tað hevur gingið heldur smáligt at fáa fiskin at taka. Best hevur gingið hjá teimum, ið hava brúkt agn og pilk, aftast í røðini kemur flugan. Laksateljarin hevur talt útivið 1000 laksar, sum eru komnir niðan, og Dia metti fyri tveimum døgum síðani, at einir 250 laksar vóru fiskaðir á Leynarvatni.

Hvussu hevur gingist á Saksunarvatni vita vit onki um, uttan at menn hava latið sera illa at har.

Sum sagt, so er seinasti dagurin loyvt er at fiska á Mjáuvøtnum, Leynarvatni og Saksunarvatni, leygardagurin 18. oktober.