Leygardagin 18. februar skipar Lions Club Vágar fyri stórum tiltaki í ítróttarhøllini á Giljanesi. Ókeypis er at koyra gjøgnum Vágatunnilin hendan dag
Árliga titltakið hjá Lions Club Vágar er í ár flutt frá at vera hildið føstulávints sunnudag, til leygardagin fyri føstulávint. Tiltakið er samstundis eitt sindur broytt í mun til tað siðbundna.
Tiltakið í ár byrjar í ítróttarhøllini á Giljanesi leygardagin 18. februar klokkan 17.00, tá formaðurin í LC Vágum, Dánjal Christoffersen, bjóðar vælkomin. Samstundis byrjar eisini mattombola og kaffiborð við køkum, har til ber at keypa sær ein kaffimunn.
Klokkan 18.00 letur stórt fiskaborð upp í fimleikarøllini, har Uni Gullfoss, kokkur, fer at borðreiða við nógvum ymiskum køldum fiskarættum, eins og hann eisini fer at bjóða heita høvdasúpan. Úr fiskahøvdum, skilst.
Tey, sum ikki eru so svong, at tey vilja hava fisk beint tá, hava møguleika fyri at hoyra Brand Enni syngja inni í ítróttarhøllini. Tann framførslan byrjar eisini klokkan 18.00.
Klokkan 18.30 byrjar bamsutombola, og klokkan 18.45 verður farið undir afturvendandi eydnuhjólið, sum vanliga hevur verið tað berandi á Lions tiltakinum á Giljanesi.
Klokkan hálvgum átta byrjar mattombola, og ein hálvan tíma seinni, klokkan 20.00, fer Magni Christiansen at syngja á pallinum í høllini. Tiltakið heldur fram til klokkan 23.00.
Atgongumerkið á kr. 20,- er samstundis lutaseðil um eina flogferð. Drigið verður, tá tiltakið endar. Til at sleppa til stóra fiskaborðið í fimleikarhøllini krevst eisini serstakt atgongumerki á kr. 150,-.
Meðan tiltakið hjá Lions Club Vágum er í ítróttarhøllini, fer Vága Kunnignarstova at hava ein bás í gongini, har sagt verður frá tilboðum, serliga ferðavinnutilboðum, í Vágum.




