Líðhamar landar um 65.000 pund av upsa á Kósin í dag. Í morgun komu teir higar av íslandsmiðunum. Peter Joleiv Svøðstein skipari sigur, at túrurin hevur gingið væl, vit hava fiska í átta dagar, høvdu ein bakkdag umframt so í meðal hevur fiskiskaðurin verið um 8.000 pund upp á dagin. Fimm mans vóru við Líðhamri hendan túrin.




