Annan dagin á rað lá sera væl fyri hjá Líðhamri.
Annan dagin á rað lá sera væl fyri hjá Líðhamri.
Líðhamar er á veg inn at avreiða. Eins og í gjár, so hevur hann roynt vestanfyri Mykines. Í gjár hevði hann 13.000 pund og seldi yvir 100.000 kr. Og í dag hevur hann mett veiðuna til góð 12.000 pund. Eins og í gjár, so er tað toskur og hýsa, sum Líðhamar hevur fingið.
Sambært yvirlitinum hjá FMF, so fiskaðu hinir útróðrarbátarnir:
Bragd: 7000 pund
Kallanes: 7000 pund
Bjørgvin: 2000 pund
Brandur: 5000 pund
Norðsøki: 8000 pund




