Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar gjørdi roktúr

Norðlýsið

Flestu útróðrarmenn lata væl at fiskiskapinum og einstakir hava gjørt framúr góðar túrar. Líðhamar landaði mánadagin 13.000 pund.

Mánadagin gjørdi útróðrarbáturin Líðhamar úr Klaksvík ein roktúr norðanfyri. Hann fór av Klaksvík seinnapartin sunnudagin og kom aftur tíðliga mánamorgunin. Hann setti 60 stampar norðurúr Mýlingi og fekk hann sostatt meir enn 200 pund uppá stampin. Hetta verður mett at verða sera gott fiskarí. Slagið var fyri tað mesta hýsa, men umleið eitt tons var á gráum fiski – toski.

Frá fleiri av teimum størru bátununum frætta vit, at teir gjørt tað væl. Kallanes landi mánadagin 9.000 pund, Brandur 10.000 og Søkin um 6.000 pund. Bragd var ikki liðugur at draga, tá vit royndu at fáa fatur á honum, so vit vita ikki hvussu tað lá fyri hjá teimum.

Bráttaskoð og Háenni vóru sunnafyri, men har var, sum vanligt er, minni at fáa enn norðanfyri.

Nakrir av teimum smærru bátum vóru eisini í útróðrum mánadagin. Missjavnt var hvussu væl bar til hjá teimum. Henny gjørdi ein góðan túr í Kalsoyarfjørði við 7 stampum, sum góðu knapt 300 pund pr. stamp.

Harleyfacadeacryl