Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Líðhamar góð 17.000 pund

Oliver Joensen

Petur Joleiv Svøsten, skipari segði fyri løtu síðani, at teir hava havt ein góðan dag í dag, fínasta veður og nógvur fiskur, hann metti at teir mundu hava góð 17,000 pund, harav knapt 8.000 av toski.

Líðhamar og Brandur hava verið norðanfyri. Vit hava eisini frætt frá Norðsøka, hann setti sunnan fyri Nólsoynna í nátt og er á veg aftur við 11.000 pundum, harav umleið 8.000 eru toskur. Heri Vang, skipari segði, at veðrið hevur verið gott í dag, men at hann roknaði ikki við at teir fóru avstað aftur í kvøld, tí veðurmenninir boðað frá 20 m/sek av landsynningi.