Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Líðhamar góðan túr í dag

Oliver Joensen

Heili 16.800 pund hevur Líðhamar givið upp til Fiskamarknaðin í dag. Tá vit tosaðu við Petur Joleif Svøðstein, skipara fyri løtu síðani, lat hann eitt sindur illa at rakinum júst nú, og hevði Líðhamar nakrar fáar stampar eftir at draga. Størsti parturin er hýsa um hálvt sætta túsund av toski.

Janus Sørensen skipari á Brandi segði, at teir hava 11. 500 pund í dag og høvdu 12.500 pund í gjár, býtið ímillum tosk og hýsu hjá Brandi er nakað tað sama, sum hjá Líðhamri umleið 1/3 toskur, restin hýsa.

Annars hevur Bragd givið upp 14.000 pund, Bjørgvin 6.700 pund, Norðsøki 8.600 pund.