Líðhamar avreiddi hjá NFCS fyri løtu síðani.
Petur J. Svøðstein, skipari á Líðhamri, letur væl at fiskiskapinum í dag. – Vit vóru norðanfyri og høvdu 13.000 pund á 50 stampum, so hetta var ein av góðu túrunum og serliga hugaligt er tað, at fáa ein slíkan túr í september mánað, sigur Petur J. Svøðstein við Norðlýsið.
Hann sigur, at av teimum 13.000 pundunum, so vóru tveir triðingar (áleið 8500 pund) toskur, men tað mesta av restini var hýsa. Líðhamar fer avstað aftur í kvøld eins og hinir útróðrarbátarnir. Bragd var ikki úti í dag, meðan Brandur hevði 7000 pund á 45 stampum.


