Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar og Bragd roktúr

Jákup Ósá

Helst besti útróðrardagur higartil í vetur.

Líðhamar avreiðir kl. 11 og talan er um roktúr. Somuleiðis hevur Bragd gjørt ein roktúr. 

Líðhamar hevur roynt norðanfyri og hevur mett veiðuna til góð 16.000 pund. Størsti parturin er hýsa, men eisini nakað av toski er uppií. Líðhamar avreiðir væntandi kl. 11.00. Eisini Bragd hevur gjørt sera góðan túr. Hann avreiðir kl. 11.30 og hevur mett veiðuna til knapt 14.000 pund. Bragd hevur roynt norðanfyri og størra helvtin er toskur, meðan tað eisini er fitt av hýsu uppií veiðuni. 
Sostatt er talan um helst – samlað sæð –  besta útróðrardag í vetur, har Líðhamar, Bragd, Norðsøki og Kallanes allir hava gjørt góðan túr.