Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Líðhamar og Kallanes

Oliver Joensen

Fekk hesar myndirnar av hesum báðum útróðrarbátunum, tá teir í skýmingini komu aftur av útróðri fríggjakvøldið. Inn á Klaksvík at leggja veiðuna upp og so beint avstað aftur. 

Tað hevur gingið sera væl hjá báðum bátunum í heyst og tað sum farið er av hesum árinum. Síðani nýggjár eru báðir farnir væl upp um milliónina í avreiðingarvirði hesar fyrstu 20 dagarnar av árinum.

Ein kann ikki annað enn hava stóra virðing fyri hesum báðum útróðrarformonnunum, ið at kalla hava hildið útróðurin gangandi í Klaksvík í mong ár, hóast fiskiskapurin hevur verið sera vánaligur. Ja, so vánaligt hevur verið til fisk í mong ár, at útróðrarflotin er minkaður burtur í onki í mun til tað hann var fyri árum síðani.

Rætt skal vera rætt, tað eru eisini aðrir, ið rógva út, eitt nú Bragd, Brandur og Kallanes um vit bert taka størru útróðrarbátarnar við, men fáir hava treiskast so í hesi vinnuni, sum formenninir á Líðhamri og Norðsøka.

Men nú er vend komin í. Nógvur fiskur er á grunnunum og tað legst til við útróðri. Vit, sum hava eygleitt útróðrarvinnuna vita, at hetta er helst tann parturin av fiskivinnuni, ið leggur mest eftir seg til samfelagið í mun til landaðu nøgdina. Tað var tann tíð, tá handlar í Klaksvík merktu á søluni, at tað gekst væl hjá útróðrinum.

Hvussu verður frameftir vita vit ikki. Fiskifrøðingar royna at gita, men illa gongst eisini hjá teimum, at siga nakað um framtíðina. Vit onnur ynskja og vóna framhaldandi góðan fiskiskap hjá útróðrarmonnum, teir eru ein hollur grundarsteinur hjá okkum øðrum, sum klippa hvør øðrum, at standa á.