Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar og Norðsøki aftur á íslandsmiðini

Norðlýsið

 Líðhamar og Norðsøki gera klárt at fara yvir til Íslands á øðrum snellutúrinum í ár. Báðir skipararnir lata hampuliga at fyrra túrinum. Teir høvdu báðir ímillum 70 og 60.000 pund á túrinum. Veðrið var ikki av tí besta og hartil var fiskiskapurin ikki sum hann onkuntíð hevur verið. Peter Joleiv Svøðstein á Líðhamri sigur, at fiskiskapurin var um tað sama sum í fjør, men nógv minni enn árini frammanundan. Tað sama sigur Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka, onki summarveður var, tó kunnu vit ikki lata illa at túrinum, vit fingu ein hampuligan túr.

Prísurin á fiskinum er tó einar tvær krónur lægri í ár enn í fjør, so tað merkist á inntøkunum.

Báðir útróðrarbátarnir fara avstað aftur í komandi viku.