Líðhamar hevði 9.400 pund og Norðsøki 9.200. Sum skilst, so hava bátarnir havt minni av toski hesa vikuna. Gitt verður eitt sindur um hví so er. Ein veruleiki er, at toskurin, sum snellubátarnir fáa er fullur av nebbasild. Møguliga er toskurin eftir nebbasild í staðin og tekur tí ikki línu so væl, sum hann hevur gjørt frammanundan. Vit hava sæð tað áður, segði ein útróðrarmaður vit tosaðu við, trolarar fingu nógvan tosk, men línan fiskaði ikki tosk á nærum somu leið.




