Avreiddi beint áðrenn døgurða.
Sambært FMF, so hava tveir útróðrarbátar selt í morgun. Norðsøki landar seinnapartin og hann metti fyrrapartin veiðuna til at fara at liggja um 5000 pund. Líðhamar landaði beint áðrenn døgurða, og hann hevði gjørt ein sera góðan túr, tí hann avreiddi ikki minni enn 11.000 pund. Meginparturin var toskur.




