Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Liðugvøruframleiðslan hjá Bakkafrosti framvegis hart rakt

Jóhann Lützen

Tað nýggja tøkugjaldið, sum samgonguflokkarnir settu í verk í fjør, bar í sær, at munandi minni av laksi fór at verða góðskaður til liðugvøru ella portiónsframleiðslu í Føroyum. Nú eru tølini hjá Bakkafrosti fyri seinasta ársfjórðing í 2023 tøk.

Bakkafrost skrivar í skrivi um fjórða ársfjórðing 2023, undir yvirskriftini “Søla & Liðugvøruframleiðsla”, at:

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Í mong ár hevur Bakkafrost miðað eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Nýggja tøkugjaldið ger møguleikarnar fyri framleiðslu av sáttmálabundnum liðugvørum verri. Tískil hevur Bakkafrost tillagað virksemið fyri liðugvøruframleiðslu og minkað um váðan av sáttmálabundnum liðugvørum. Fyri 2024 hevur Bakkafrost minkað um liðugvørusáttmálarnar til umleið 9% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi.

Við øðrum orðum hevur tøkugjaldið hjá samgonguni verið atvold til at minka liðugvøruframleiðsluna niður í minni enn ein fjórðing av tí, sum áður varð miðað eftir, um mett verður eftir prosentpartinum av laksi, ið verður tikin til endamálið.

Harleyfacadeacryl