Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LIMAFUNDUR Í GIKTAFELAG FØROYA

(Norðlýsið – Tíðindi)

Limafundur í Giktafelag Føroya við fyrilestri og jólahugna

Mánadagin 04. desember kl. 19.30 verður limafundur í Giktafelagnum í MBF-húsunum. Giktalæknin Pero Zoré heldur fyrilestur um giktarsjúkuna urinsýrugikt.



Eftir fyrilesturin er jólahugni, har felagið bjóðar drekkamunn, gløgg , jólakøkur o. a. afturvið.



Undirhald verður, og luttakararnir fara eisini at hugna sær við at syngja jólasangir.



Limir kunnu bjóða øðrum við, og øll eru vælkomin.

GIKTABLAÐIÐ fyri 2006 er komið, tað verður latið limum og áhugaðum ókeypis.



Um onkur umhugsar at tekna seg sum lim, er høvi til tað.

Limagjaldið er 200 kr. fyri hjún, 150 kr. fyri einstaklingar og 500 kr. fyri feløg og stovnar.



Jólakort við føroyskari list fáast til keyps frá felagnum hetta kvøldið og annars, tá skrivstovan er opin týsdagar og hósdagar kl. 13 – 16 ella við at ringja til Giktafelagið tlf. 310237.