Á heimasíðuni www.hb.fo stendur at lesa at HB á Eykaaðalfundi hevur avgjørt at hækka limagjaldið.
Havnar Bóltfelag hevði ein eykaaðalfund mikukvøldið 10. mai, har eittans mál var á skránni, nevniliga áseting av limagjaldinum. Ikki óvæntað vóru sera fá fólk á hesum "snarfundinum", har samtykt varð at hækka limagjaldið hjá øllum limum.
Havnar Bóltfelag hevur seinastu árini havt eina rættuliga stóra tilgongd av limum. Hetta setir stór krøv til felagið um útvegan av útgerð til leikarar so sum, bóltar, leikbúnar, vestar o.l. Samstundis hevur stóra tilgongdin havt við sær, at tørvurin á fleiri venjarum økist alsamt.
Støðugt hækkandi oljuprísurin ger harumframt húsaraksturin munandi dýrari. Tað gerst sostatt alsamt dýrarii at fíggja stóra virksemið hjá Havnar Bóltfelag. Nevndin hevur tí sæð seg noydda at hækka limagjaldið í ár og kallaði tí inn til eykaaðalfund 10. mai, har einasta mál á skránni var heimild at hækka limagjaldið. Eykaaðalfundurin samtykti at geva nevndini heimild at hækka limagjaldið, soleiðis at hetta í mesta lagi kann vera:
Unglingar og vaksin, íðkandi
kr. 700,-
Børn og ung, 8-16 ár
kr. 450,-
Børn upp til 8 ár
kr. 400,-
Hvílandi limir
kr. 300,-
Systkinaavsláttur
kr. 200,-
Kelda: www.hb.fo




