Nú ríkisfundurin nærkast, hava andstøðuumboðini í Uttanlandsnevndini á Føroya Løgtingi, mist tolið við leiklutinum hjá nevndarformanninum Jenisi av Rana og tí verður tilmælið sent beinleiðis til løgmann uttanum nevndarformannin.
Miðlarnir
23. juni 2008
Ráðføring um Sjálvstýrislóg Grønlands
Nú ríkisfundurin nærkast, hava andstøðuumboðini í Uttanlandsnevndini á Føroya Løgtingi, mist tolið við leiklutinum hjá nevndarformanninum Jenisi av Rana.
Bjørn Kalsø, næstformaður í nevndini, Jørgen Niclasen og Kári á Rógvi hava tí gjørt av at senda løgmanni og landsstýrismanninum í uttanlandsmálum tilmæli í málinum beinleiðis og uttanum nevndarformannin.
Á krosmessu, 3. mai bað Høgni Hoydal um ráðførslu frá uttanlandsnevndini, og nevndin hevur viðgjørt málið á fundi við bæði landsstýrismannin í uttanlandsmálum og løgmann.
Hóast drúgva viðgerð, er enn ikki eydnast at finna semju í nevndini. Serliga tykist ringt stev vera í samgongusamstarvinum. Andstøðan hevur hinvegin lagt fram semjusøkjandi uppskot um felags tilmæli.
Andstøðuumboðini hava undrast á, at neyðugt hevur verið hjá samgonguni at kalla fleiri landsstýrisumboð á fund at staðfesta, hvørt løgmaður og landsstýrismenn hansara draga somu línu. Ørkymlandi, at føroyingar ikki standa sum ein maður í so týðandi máli.
Fatan okkara er henda:
• Fleiri ásetingar viðkoma Føroyum, umframt at Føroyar og ríkisrættarliga støða Føroya verða viðgjørd á mongum støðum í álitinum hjá donsk-grønlendsku tingmannnevndini, ið føroysk fólkavald ikki hava havt høvi at gera sínar viðmerkingar til.
• At hesar ásetingar verða staðfestar á fólkaatkvøðu, er serliga óheppið, tí henda lóg, ið ætlandi fær serliga støðu og verður at meta sum Stýrisskipan Grønlands.
• Tí rættarstøða Føroya má kunnu mennast og betrast uttan at neyðugt skal vera at broyta grønlendsku stjórnarskipanina við fólkaatkvøðu. Broyting av føroyskum viðurskiftum mugu undir ongum umstøðum krevja fólkaatkvøðu í Grønlandi.
• Vit vilja sjálvsagt ikki leggja okkum út í sjálvstýristilgongd grønlendinga.
• Men samskifti má vera. Tí tjóðirnar báðar hava viðurskifti við sama ríki; tí eiga vit bæði at samskifta við grønlendingar og ansa eftir, at óheppin fordømi ella skeivar lýsingar av støðuni ikki skaða áhugamál hvør hjá øðrum.
• Støða Føroya má vera væl og virðiliga samskipað. Løgmaður, ið varðar av stjórnarskipan og ríkismálum, eigur í fyrsta lagi at taka málið upp á ríkisfundi við grønlendsku og donsku stjórnarleiðararnar, grundað á gjølliga viðgerð á landsstýrisfundi. Síðan skal landsstýrismaðurin fylgja málinum upp, grundað á áhaldandi ráðførslu við uttanlandsnevndina.
Hjálagt er tilmælið frá andstøðuumboðunum.
Bjørn Kalsø Jørgen Niclasen Kári á Rógvi
Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Sjálvstýrisflokkurin
————-
Løgmaður
Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum
23. juni 2008
Ráðføring um Sjálvstýrislóg Grønlands
Landsstýrismaðurin hevur við skrivi 3. mai 2008 sambært SL § 54 biðið uttanlandsnevndina um ráð, hvørt hetta mál skal takast upp við grønlendska uttanríkisráðharran. Uttanlandsnevndin hevur á fundi við landsstýrismannin 9. juni 2008 og við løgmann 16. juni 2008 umrøtt málið.
Tíverri hevur ikki eydnast formanni nevndarinnar at finna semju og avgreiða málið. Andstøðuumboðini hava valt at gera og boða frá egna tilmæli sínum alt fyri eitt, til tess at málið kann verða reist á ríkisfundi, ið hildin verður í Føroyum í hesum døgum.
Vit halda málið vera sera týðandi. Uppskotið um Sjálvstýrislóg Grønlands hevur fleiri ásetingar, ið viðkoma Føroyum, umframt at Føroyar og ríkisrættarliga støða Føroya verða viðgjørd á mongum støðum í álitinum hjá donsk-grønlendsku tingmannnevndini, ið hvørki hevur givið føroyskum fólkavaldum ella Føroya landsstýri høvi at gera sínar viðmerkingar.
Serliga er óheppið, at henda lóg, ið er at meta sum Stýrisskipan Grønlands, og ætlandi fær serliga støðu sum staðfest á fólkaatkvøðu, beinleiðis nevnir Føroyar, umframt at óbeinleiðis verður sagt, hvør rættarstøða Føroya er í uttanríkismálum. Rættarstøða Føroya má kunnu mennast og betrast uttan at neyðugt skal vera at broyta grønlensku stjórnarskipanina við fólkaatkvøðu. Broyting av føroyskum viðurskiftum mugu undir ongum umstøðum krevja fólkaatkvøðu í Grønlandi.
Vit vilja sjálvsagt ikki leggja seg út í sjálvstýristilgongd grønlendinga, men tjóðirnar báðar hava viðurskifti við sama ríki; tí eiga vit bæði at samskifti við grønlendingar og ansa eftir, at óheppin fordømi ella skeivar lýsingar av støðuni ikki skaða áhugamál hvør hjá øðrum. Vit hava tó ta fatan, at sera umráðandi er, at støða Føroya úteftir er væl og virðiliga samskipað. Løgmaður, ið varðar av stjórnarskipan og ríkismálum, eigur í fyrsta lagi at taka málið upp á ríkisfundi við grønlendsku og donsku stjórnarleiðararnar, grundað á gjølliga viðgerð á landsstýrisfundi.
Eftir viðgerð og samskipan í landsstýrinum og eftir samskifti á hægsta politiska stigi, eigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at samskifta við grønlendska starvsbróðir sín út frá greiðu felags støðu lansstýrisins.
Vit halda loksins, at nú danskir og grønlendskir politikarar hava samskift um hesi mál í fleiri ár, eiga stig at verða tikin, so grønlendingar fáa høvi at hitta føroysk fólkavald at umrøða ríkisrættarligu støðuna og stjórnarrættarligar møguleikar og mannagongdir.
Vit vænta, at uttanlandsnevndin áhaldandi verður kunnað og spurd um málið.
Bjørn Kalsø Jørgen Niclasen Kári á Rógvi
Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Sjálvstýrisflokkurin




