Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Linedansur í Vágstúni í kvøld

Oliver Joensen

Áshild Kjærbo skipar fyri Linedansi í Vágstúni í kvøld kl. 8. Hví? “Fyri at fáa eitt sindur av lív í miðbýin eitt gott heystarkvøld”, sigur hon.

Linedansur er sera væl umtóktur fyri tíðina, og er hetta eitt slag av country dansi. Áshild hevur undirvísing í linedansi, men í kvøld verður ongin undirvísing, bert dansur til countrytónleik.
Sagt verður, at øll eru vælkomin at luttaka í dansinum. Komið og setið lív í miðbýin í Klaksvík!