Mikukvøldið 21. februar kl. 18.30 verður skipað fyri almennum fundi, har evni er “Linnandi viðgerð tað seinastu tíðina -heima, á røktarheimi, á sjúkrahúsi ella á hospice”
Tað eru eldraráðini í Norðoyggjum og Eysturoynni, sum skipa fyri fundinum. Til viðgerðar verður palliativ viðgerð í Føroyum, út frá fyriliggjandi áliti um “Palliatión í Føroyum”, sum bleiv handað landsstýrinum í 2019. Á skránni vera bæði framløgur og pallborð.
Framløgur:
- Pál Weihe, lækni og Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, palliativa toymi
- Ása Jaspurdóttir, kommunulækni
- Súsanna Olsen, varaleiðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- Torbjørn Jacobsen, Kommunufelagið
– Steðgur
Pallborðsorðaskifti:
- Margit Stórá, landsstýriskvinna
- Páll á Reynatúgvu, stjóri í Veks
- Sverri Steinhólm, prestur
- Durita Tausen, Krabbameinsfelagið
- Margreta í Buð, avvarandi
- Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið
Tiltakið verður í Løkshøll og er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo



